Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Høgrasamgongan við Giorgia Meloni sær út til at vinna italska valið við millum 41 og 45 prosentum, sambært kanningum.

Høgrapopulisturin Meloni, sum er forkvinna í Brøður Italia, sær út til at gerast næsti forsætisráðharrin.

Umframt flokkin hjá Meloni eru flokkarnir Ligain og Framá Italia í høgrasamgonguni.

Fyrstu prognosurnar sum byggja á upptaldar atkvøður vísa, at flokkurin hjá Meloni fær 24.6 prosent av atkvøðunum.

Ligain og Fremá Italia fáa ávikavist 8,5 til 12,5 prosent og 6 til 8 prosent. Og er tað satt, fær samgongan um 45 prosent og meiriluta í báðum kømrunum í tjóðartinginum.

Leiðarin í demokratiska flokkinum, Debora Serracchiani, viðurkendi beint eftir klokkan 0030 ósigurin á valinum, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo