Serliga norðanfyri og vestanfyri er nógvur kavi komin niður í dag, og tað hevur verið ein avbjóðing hjá Landsverki at halda vegirnar opnar. Til Gjáar hevur ikki verið koyrandi og eisini aðrastaðni hava koyrilíkindini verið vánalig.
Landsverk ávarar um at tað kann blíva verri seinni í kvøld, tí hann boðar frá meira vindi.
Onkunstaðni frættist eisini um, at bilar standa fastir og tarna ferðsluni, tí er sjálvandi ikki skilagott at fara út á vegirnar at koyra uttan so at bilurin er væl skøddur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo