Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Hetta er vánaligasta lógarsmíð eg nakrantíð havi sæð, segði Árni Skaale millum annað undir viðgerðini av uppskotinum um grundvatn.

Fylg við her

Álit í løgtingsmáli nr. 53/2022: Uppskot til løgtingslóg um grundvatn

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur lagt málið fram tann 7. mars 2023
og eftir 1. viðgerð tann 23. mars 2023 er tað beint Vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 31. mars, 19., 21. og 26. apríl og 4. mai 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Kommunufelagið, Óðalsfelagið,
Bóndafelag Føroya, SEV, Jarðfeingi og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna
Hoydal.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Jørgen Niclasen og Árni Skaale) hevur
hesar viðmerkingar:

Meirilutin er ikki ósamdur í, at vit eiga at skipa viðurskiftini við grundvatni í lóg.

Seinastu árini eru staðfestar munandi nøgdir av sokallaðum grundvatni í undirgrundini.

Tað byrjaði við boringini av Sumbiarbergholinum, at man í 1988 kom fram á leyst og rivut fjall, har
stórar nøgdir av vatni lóku úr fjallinum. Síðan hevur man við boringum eisini staðfest stórar nøgdir
av grundvatni aðrastaðni í landinum.

Tað sum serliga ørkymlar meirilutan er, at í grein 5 í lógaruppskotinum verður vatn, ið rennur upp
til yvirflatuna, also kelduvatn, umfatað av lógini, also sum grundvatn. Hetta er nýggj definitión,
sum meirilutin metir hava avgerandi týdning fyri grundleggjandi viðurskifti.

Serliga er tað ivin um, hvørt henda lóg ger seg inn á ognar- og ræðisrættin hjá jarðareigarum til
vatn, sum rennur inni á teirra matrikli.

Í ”Lov for Færøerne om benyttelse af Indsøer og Vandløb” frá 1937 er ásett, at jarðareigarin hevur
ræðisrætt á tí vatni, sum er í vøtnum, áum ella løkjum sum eru innanvert matrikkulin, um ikki serlig
rættarviðurskifti, lóg ella ”sædvane” forðar fyri tí.

Í nevndarviðgerðini bleiv spurt beinleiðis um, nær vatnið, sum spríkir úr keldum, fer frá at vera
grundvatn, til at vera omanávatn, tó uttan at fáa eitt klárt svar.

Harafturat undrast meirilutin stórliga á, at m.a tey, sum varða av óðals- og festijørðini, ikki eru
hoyrd í tilgongdini til lógaruppskotið. Tað kundi havt ruddað ivamál, sum nevndin situr við, av
vegnum.

Eisini eru loyvini, sum SEV í dag hevur í sambandi við gagnnýtslu av vatni til orkuframleiðslu,
givin sambært lógini om Benyttelse af Indsøer og Vandløb frá 1937. Tað hevur verið ivi sáddur um,
eftir hvørjari lóg SEV frameftir fer at verða viðgjørt. Upplýst er fyri nevndini, at tað hevði verið
ynskiligt, at viðgerðin fer fram eftir einari lóg og ikki í tveimum lógum.

Meirilutin mælir tí landsstýrismanninum til at evna uppskotið av nýggjum, har øll løgfrøðilig
ivamál eru beind av vegnum, og at uppskotið verður sent til hoyringar hjá øllum viðkomandi
pørtum.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at
samtykkja uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo