Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Tá føroyskir psykiatriskir myndugleikar meta ein persón vera so vandamiklan, at hann ikki má ganga leysur, gongur danska Rættarlæknaráðið oftast ímóti hesum. Orsøkin er, at teir vandsmiklu føroysku persónarnar ikki eru so vandamiklir eftir donskum mátistokki.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, setti hin 14. februar 2022 løgmálaráðharranum tríggjar spurningar. Í stuttum vildi hann vita, um danska Rættarlæknaráðið metir um vandamiklar føroyingar út frá donskum viðurskiftum, og hví danska ráðið næstan altíð gongur ímóti tilmælunum frá føroyskum myndugleikum um at seta fólk í forvaring - t.e. fongsling í óásetta tíð.

Svarið frá løgmálaráðharranum er, at danska Rættarlæknaráðið ikki tekur atlit til, um vandamikli persónurin er búsitandi í Føroyum ella Danmark. Sostatt verður persónurin ikki mettur út frá serføroyskum viðurskiftum:

”Farlighedsvurderingen skal altid foretages med udgangspunkt i den konkrete person og ikke relatere sig til andre personers farlighedsvurderinger. Retslægerådet tager således ikke særligt hensyn til, om den pågældende person er bosat på Færøerne eller i Danmark ved vurderingen af farlighed. ”

Tríggjar forvaringsmetingar um sama persón
Í tíðarskeiðnum frá 2011 til 2022 hevur ákæruvaldið níggju ferðir biðið danska Rættarlæknaráðið um ein meting um, hvørt ein persónur, sum er í einum føroyskum rættarmáli, skal setast í forvaring. Tríggjar av teimum níggju metingunum snúgva seg um sama persón.

Í seks av níggju málum metti danska Rættarlæknaráðið, at grundarlag var ikki fyri forvaring. Í hinum trimum málunum metti danska Rættarlæknaráðið, at persónurin møguliga átti at verið dømdur í forvaring.

Danska Rættarlæknaráðið upplýsir, at í seks málum eru mentalkanningar gjørdar av serlæknum í psykiatri í Føroyum uttan upplýst samband við Psykiatriska depilin. Psykiatriski depilin hevur gjørt tvær mentalkanningar av teimum níggju. Ein av níggju eru gjørdar av donsku Rættarpsykiatrisku deildini.

Bakgrund
Spurningarnir spruttu úr eini samrøðu, sum Frihedsbrevet FO hevur havt við Tórmóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, har hann segði okkurt benda á, at Rættarlæknaráðið tekur útgangsstøði í donskum viðurskiftum, tá tey meta um, hvørt ein føroyingur skal setast í forvaring – t.e. fongslast í óásetta tíð. Tað er bara eitt dømi um, at danska ráðið hevur fylgt føroyska tilmælinum.

Samrøðan við leiðandi yvirlæknan á psykiatriska deplinum varð gjørd í kjalavørrinum av einum máli, har ein maður, sum hevur gjørt seg inná fleiri børn, ikki varð settur í forvaring, hóast føroyskir læknafrøðiligir myndugleikar mæltu til tað. Tískil fekk maðurin, sum føroyskir myndugleikar meta vera so vandamiklan, at hann ikki eigur at ganga leysur, einans fýra ára fongsulsrevsing – við møguleika fyri royndarleyslating.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo