Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: So hendi tað aftur. Enn eitt barn við serligum tørvi, ið er dottið niður ímillum skipanir. Samstarvið millum geirar má eftirhyggjast og betrast.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning til landsstýrismannin um málið.

Hesaferð snýr tað seg um eitt barn, ið er til fosturs og er tað samstarvið millum barnavernd og Almannaverkið, ið ikki riggar, sum tað skal.

Tað er als ikki nøktandi, at foreldur ikki vita eitt sunnukvøld, um barn teirra hevur eitt tilboð dagin eftir. Hetta er eisini sera órógvandi fyri barnið, tí børn hava tørv á skipaðum viðurskiftum, og ofta tola tey ikki broytingar.

Hetta er enn eitt dømi um ein víðfevndan trupulleika við vantandi samstarvi millum geirar. Tað sýnist ikki sum, at trupulleikin verður tikin í nóg stórum álvara.

Les fyrispurningin: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo