![Imynd av vapnakorid](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/7/5/csm_Imynd_av_vapnakorid_b50a662ee5.jpg)
![Imynd av vapnakorid](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/7/5/csm_Imynd_av_vapnakorid_b50a662ee5.jpg)
Vápnakórið
Tá orð um frið
verða sett til síðis
av meiri lóðri,
vinnur vápnakórið,
ið syngur orðaleyst
og ókeypis
um vápnahvíld í deyðaríki,
og at vera treyst,
tá hini fylgja líki
og vápnaídnaðurin flennir í kíki.
24. februar 2024
Henrik Weihe Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo