Grikskt tangaskip var fyrst í september 2022 yvir Nord Stream-rørleiðingini í Eystursjónum.
14 dagar eftir tað var farið, sprongdist leiðingin.
Mitt á nátt 6. september 2022 hendi okkurt óvanligt eystan fyri Bornholm.
Skrúvurnar á einum 183 metur longum tangaskipi, sum nakað yvir trý døgn áðrenn var farið úr Rotterdam í Hollandi, steðgaðu brádliga.
Skipið hevði annars siglt við javnari ferð á um tíggju míl allan vegin úr Hollandi, men júst sum ljósini frá Christiansø hvurvu, minkaði ferðin til null, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo