Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nes kommuna: Hesa vikuna hevur verið skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu. Veðrið hevur verið gott, og uppmøtingin til ymsu tiltøkini hevur verið sera góð.

Várdagarnir enda í kvøld við tveimum tiltøkum í tjaldinum á havnalagnum.

Kl. 18 verður skipað fyri einum stórum altjóða tiltaki. Smakkiroyndir frá ymsum matmentanum verða at fáa, umframt at kommunan bjóðar ein vanligan føroyskan nátturða. Aftaná verður stórt kakuborð. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Kl. 20 skipar Blái Krossur fyri eini sang- og hugnaløtu. Ásbjørn Berthelsen fer at undirhalda, og Gadders, Taborkórið og Brandar framføra

Kartin Høgnesen fer eisini at hava eina andakt.

Undir tiltakinum verður høvi at fáa ein góðan kaffimunn, og at enda verður suppa at fáa.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo