Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Trýst á myndina, so verður hon heldur frægari.

Trýst á myndina, so verður hon heldur frægari.

Partafelagið Varðin í Syðrugøtu hevði ein vinning eftir skatt í konsernini uppá 155 mió kr í fjør. Tað skal samanberast við 148 mió kr árið frammanundan. Nevnast skal at úrslitið hjá minnilutaeigarum er uppií. Partur hjá Varðanum er góðar 144 mió kr í fjør í mun til 132 mió kr árið fyri.

Varðin er móðirfelag hjá fleiri øðrum feløgum sum fyrst og fremst eiga skip men eisini fasta ogn og virkir, sí diagrammið niðanfyri. Felagið rindaði nærum 33 mió kr í vanligum partafelagsskatti í fjør. Harumframt vórðu goldnar nærum 86 mió kr í tilfeingisgjaldi, tað mesta nakrantíð.

Nettosølan vaks úr 942 mió kr til 1,15 mia kr.

Um framtíðina sigur felagið í frágreiðingini, at uppsjóvarvinnan er frá natúrunnar hond ein óstøðug vinna. Ósemjur ímillum strandalondini um kvotabýtið ávirka støðuna, Brexit heldur fram at skapa óvissur og nýggja lógin um tilfeingisgjald fer at hava negativa ávirkan á raksturin, tí gjøldini fara at hækka. Og ikki fyrr enn í heyst fæst at vita, hvussu verður við kvotunum.

Talan er um eitt í føroyskum høpi risastóra konsern við eini fíggjarstøðu uppá 2,5 mia kr og at kalla ongari skuld.

Bogi Jacobsen er stjóri.

Trýst á myndina, so verður hon heldur frægari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo