Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Varðin: Reiðaríið hjá P/F Varðanum, P/F Krossbrekka, og Karstensens Skibsværft A/S í Skagen hava skrivað sattmála um eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera 88 metrar langt.

Skipið skal hava ta nýggjastu tøknina innan motorar, fiskiútgerð og útbúnað. Øll verkætlanin í síni heild verður eitt tætt samstarv millum Varðan og Karstensens Skibsværft.

Finnur Fríði (myndin), sum varð bygdur á Langsten í Norra í 2003, hevur verið eitt sera gott og effektivt skip, sum verður yvir 20 ára gamalt, tá nýggja skipið verður latið.

Seinastu mánaðirnar hava partarnir arbeitt málrættað við at sniðgeva eitt skip, sum er í fyrsta flokki, bæði tøkniliga og rakstrarliga. Tað hevur stóran týdning fyri Varðan at hava fulla ávirkan, longu tá skipið verður sniðgivið, soleiðis at skipið er skræddaraseymað neyvt eftir ynskjum og krøvum, sum reiðaríið hevur. Harumframt hevur trygdin og heilsan hjá manningini høga raðfesting.

Alt verður gjørt hjá Karstensens Skibsværft – teir tekna skipið, skrokkurin verður bygdur á teirra egnu skipasmiðju í Póllandi, og innleggingar og ísetingar verða gjørdar í Skagen. Undirveitarar verða valdir komandi vikurnar. Fyri okkum er tað avgerandi, at loysnirnar eru haldgóðar og burðardyggar, og at tær eru nýskapandi og dygdargóðar.

Sáttmálaprísurin er um 340 milliónir krónur. Skipið verður latið reiðarínum í januar 2024.

meira á heimasíðuni hjá Varðanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo