Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vestmanna Sangkór: Nú Vestmanna Sangkór er um at vera klárt til at fara konsertferð til Tallinn í Estlandi á Hvítusunnu, fer kórið at halda eina várkonsert í Vestmanna Kirkju  sunnudagin 14. mai 2023 kl. 18.

Við tað at kórið hevur 44 ár á baki, er eitt ættarliðs skiftið við at fara fram, og gleðist kórið almikið um eina góða tilgongd av nýggjum sangarum, sum eru komin aftrat.

Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum - ein estlendskur eisini - sum kórið fer at framføra á konsertunum á ferðini.

Kórið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin í Vestmanna Kirkju til eina lætta vælljómandi konsert við føroyskum kórverkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo