Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyriskipararnir: Leygardagin 28. desember kl 15 verður veðurlagsverkfall á Speakers Corner í Havn.

Endamálið við veðurlagsverkføllunum er at leggja trýst á politikararnar um at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, at lurta eftir granskingini og at taka neyðugu stigini til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum

Okkara avrik á umhvørvisøkininum higartil eru ikki minni enn ein skomm fyri Føroyar, sum annars ber seg fram sum undangonguland á umhvørvisøkinum.

Hóast framstig innan framleiðslu av varandi el-orku, so hevur okkara útlát staðið í stað ella vaksið ótarnað seinastu 17 árini.

Hetta hóast vit settu okkum politisk mál í 2009 um at minka um útlátið við 20% fram til 2020 sammet við 2005.

Tískil er tað eyðsæð, at átøkini higartil hava verið ónøktandi.

Vit møtast leygardagin fyri at krevja at veðurlagsbroytingarnar verða tiknar í álvara og at góð og sterk átøk verða sett í verk beinanvegin.

Á skránni verða røður frá Rasmus Steintórson Biskopstø, Sigrið Mohr Leivsdóttir, Ragnheiður Bogadóttir og Ingmar Valdemarson á Løgmansbø. Orðið verður eisini frítt.

Vit heita tí á øll umhvørvisáhugað at møtaá Speakers Corner leygardagin 28. desember kl 15, og krevja, at Føroyar gerast partur av loysnini heldur enn at vera partur av trupulleikanum

Vit bjóða kaffi og saft. Minnist til at hava egnan kopp við.

Hesir felagsskapir stuðla veðurlagsverkføllunum:

Ringrás, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Unga Tjóðveldið, Unga Samband, Sosialistisk Ung, Unga Sjálvstýri, Vistgrøði, Útilív og Reyði Krossur Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo