Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt ísfiskalínuskip er júst byrjað og landar tí neyvan í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin er brúkiligur alla vikuna, veðrið verður hampuligt fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni, so tí væntast nakað av útróðri fyrst í vikuni, men minni seinni í vikuni.  Bátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru úti. Teir fiska allir svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Væntandi landa allir í vikuni.

Bara tvey pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað tá veðrið batnar.

Allir trolbátarnir liggja, men um veðrið loyvir tí, so fer helst onkur avstað í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo