Í morgin verður mestsum logn tað mesta av degnum, kanska ein ond av norði ella útnyrðingi, kalt, um tvey stig, skýggjað men turt og onkrir sólglottar av og á.
Týsdagin frískar hann sum frálíður vindin høgt, framvegis kalt og turt.
Mikudagin lot til frískan vind av útnyrðingi, turrveður og sól men kalt, um 2-3 stig.
Hósdagin aftur mestsum logn ein stóran part av degnum, turt og sólglottar, sami hiti, í mesta lagi eini trý stig.
Fríggjadagin vestan, regn ella ælaveður og nakað lýggjari, upp í eini 6 stig.
Næsta vikuskiftið verður hann fyri tað mesta vestan í ættini, lot til frískan vind og sólglottar og æl, hvørt um annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo