

Køli veður við frískum vindi fer at seta sín dám á komandi vikuna.
Í dag verður lítil vindur og kalt - í mesta lagi 5 stig. Í morgin verður meira vindur, ættin verður mest eystan og eitt sindur lýggjari, upp í sjey stig. Turt fyri tað mesta og onkrir sólglottar.
Týsdagin og mikudagin upp í strúk í vindi høgt, turt og kalt, millum 4 og 7 stig.
Hósdagin stilt og gott veður við ongari ætt, sólglottum og sama hitalagi.
Fríggjadagin samregn og lýggjari, upp í 8 stig. Strúkur í vindi millum útsynning og landsynning.
Leygardagin framvegis regn og meira vindur, upp í storm av landsynningi sum tó minkar sunnudagin, hitin um 10 stig báðar dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo