Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mánadagin gul ella frískt lot av landnyrðingi og eystri, skýggjað men turt og onkur sólglotti, hitin um ella beint omanfyri frostmarkið.

Týsdagin strúkur í vindi av eystri, skýggjað men turt, hitin um 4 stig.

Mikudagin verður nógv avfall, kanska sum kavi ella vátaslettingur, seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið ella storm, ættin ímillum eystan og landsynning, hitin um trý stig.

Hósdagin minkar vindurin sum frálíður og hann hækkar upp í høgan landnyrðing, avfall fyrrapart, seinnapart kølnar og hitin kemur niður ímóti frostmarkinum.

Fríggjadagin verður mestsum stilli, turt, og hitin um ella beint undir frostmarkinum.

Næsta vikuskiftið verður fyrst stilli, kalt og sólglottar. Sunnudagin øtlar hann vindin sum frálíður upp í storm, nógv avfall og hitin upp í 6 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo