Í morgin uppí kolandi storm millum sunnan og útsynning. Regn tíðliga um morgunin, so verður íslit og eisini onkrir sólglottar men um kvøldið aftur avfall, kanska sum vátaslettingur. Hitin um 7 stig fyrrapartin, sum dagurin líður niður í 4 stig.
Týsdagin verður eisini nógvur vindur, serliga fyrrapartin, men eftir middag byrjar hann so smátt at hasa av. Mest turt og sólglottar, hitin ímillum 3 og 5 stig.
Mikudagin fyrst lot til gul av ymsum ættum, seinni frískar hann vindin av útsynningi, turt og hitin millum 3 og 6 stig.
Hósdagin fyrst útsynningur, seinni útnyrðingur, uppí ein strúk, ælaveður allan dagin og hitin um 5 stig.
Fríggjadagin lot av høgum vestri, sólglottar og hitin um 5 stig.
Næsta vikuskiftið verður ættin fyrst vestan, seinni sunnan, regn leygardagin men turt sunnudagin og hitin 6-7 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo