Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður nógvur vindur, upp í kolandi storm í hvirlunum, ættin verður lágur vestan, tað verður tó turt fyri tað mesta og hitin um 5 stig.

Týsdagin fyrst gul av ymsum ættum, síðani upp í frískan vind, regn ella ælaveður ein stóran part av degnum og hitin um 5 stig.

Mikudagin strúkur í vindi av útnyrðingi, turt fyri tað mesta og onkrir sólglottar, men annars mest skýggjað og hitin um 2-4 stig.

Hósdagin veksur hann sum frálíður vindin upp í skrið, ættin mesta vestan, ælaveður fyrrapart men seinnapart mest turt og hitin um 6-7 stig.

Fríggjadagin fer hann upp í norðan og minkar sum frálíður vindin niður í lot til frískan vind, tað verður turt men kaldari, niður í 1-2 stig.

Næsta vikuskifti verður mest lágætt og bert lítil vindur og turt og eisini hampuliga lýtt, eini 7-8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo