Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Freistin at søkja um veðurlagsvirðislønina var úti 22. mars, fleiri góðar umsóknir komu inn, og á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum leygardagin verður avdúkað, hvør hepni skúlin verður, sum fær veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag í ár.

Áður hevur Skála skúli fingið virðislønina tvær ferðir, Eysturskúlin í Havn eina ferð og Runavíkar Kommunuskúli eina ferð. Tað eru Føroya Lærarafelag, sum saman við FNU, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag og Betri lata virðislønina. Í ár verður tað landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, sum handar vinnandi skúlanum virðislønina.

Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við burðardyggum loysnum á veðurlagsavbjóðingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo