Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning 52-011/2022 frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði

Spurningar:
1. Nær fara veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði at virka aftur?

Svar:
Tað er ongin loyna, at veðurmátingarnar hava verið óstøðugar seinastu tíðina. Tí eru stig tikin til størri broytingar og dagføringar á økinum. Miðað verður eftir at fáa dagføringarnar framdar og trupulleikarnar loystar innan 2-3 mánaðir.

Í baksýni kann støðan sera stutt lýsast soleiðis:

Viðvíkjandi Mykinesi verður í samandrátti mett, at ov stórur ótryggleiki kann setast í samband við tær vindmátingar, ið hava verið gjørdar. Í Fugloy verður støðan mett soleiðis, at ivi kann reisast við staðsetingina av verandi mastur, tí mátingin endurspeglar ikki væl vindin í økinum. Harnæst er masturin illa farin. Á Eiði datt masturin niður í fjør heyst, og skaði stóðst av tilburðinum.

Við grundarlagi í hesum baksýni er ætlanin at fremja hesar ábøtur og broytingar:

Í Mykinesi er ætlanin at flyta mátingarnar til tyrlupallin við Mykinesbygd. Umboð fyri Veðurstovuna meta, at nýggja staðsetingin fer at tæna bygdini, ferðafólkavinnuni og tyrluferðsluni betur. Samband hevur verið við fólk, ið kenna til viðurskiftini hjá smábátum. Hesi hava ikki avvíst, at hendan loysnin kann brúkast hjá teimum eisini.

Í Fugloy verður illa farna masturin skift út. Hugsanin er eisini at flyta mastrina, soleiðis at mátingarnar gerast ein betri tænasta.

Á Eiði verður nýggj mastur sett upp á sama staði.

Viðmerkjast skal, at nýggjar og sterkar mastrar eru umbidnar og verða latnar um miðjan september.

Viðvíkjandi heimasíðuni er at viðmerkja, at Veðurstovan mennir eina nýggja heimasíðu.

Hetta arbeiðið verður raðfest. Ymsar broytingar eru gjørdar á gomlu heimasíðuni, og ætlanin er at fremja fleiri rættingar, tó at ymsar avbjóðingar eru á økinum.

Mett undir einum, so er alt arbeiðið umfatandi.

Samanumtikið kann tó sigast, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti tí endamáli at fáa veðurstøðirnar at virka aftur skjótast til ber. Arbeiðið byggir eisini á eina ætlan við nakað broyttari staðseting.

Gongur arbeiðið sum ætlað, so virka støðirnar aftur um 2-3 mánaðir.

Árni Skaale
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo