Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar Kommuna: Marjun Jansdóttir vann navnakappigina til ungdómsklubban á Velbastað vann fyri navnið VelbaStaðið. Hetta er sjeyndi ungdómsklubburin í kommununi aftrat Margarinfabrikkini.

Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, segði, tá navnið vaðr avdúkað, at tað eru skjótt fimtan ár síðani, at Tórshavnar kommuna setti sær fyri at skipa ungdómstilboð í bygdum og ymsum býarpørtum. Áðrenn var tað bert Margarinfabrikkin í miðbýnum, sum er virkis- og ungdómshús.

- Endamálini hjá kommununi við at skipa ungdómstilboð kring um í kommununi eru fleiri. Talan er um skipaði tilboð, sum námsfrøðilig starvsfólk standa fyri. Eitt annað endamál er at ungdómurin hevur eitt stað í nærumhvørvinum, sum er teirra, har tey kunnu stuttleika sær og hanga út í tryggum kørmum.

- Annað endamál er eisini at geva ungdóminum gott í beinið, tí tað at vera ung í dag kann eisini vera trupult. Nógvar eru freistingarnar, og skjótt er at missa fótafestið í býarlívinum. Í ungdómsklubbunum er trygt og mennandi.

Nú tilboðið á Velbastað letur upp, eru 7 ungdómsklubbar aftrat Margarinfabrikkini - tey eru Argjaskotið, Norðasta horn, Klubb 188, Kaldbak, Nólsoy, Úthangið í Kollafirði og nú Velbastað.

- Við hesum tilboðið kunna vit vera við til at menna ungdómin,  so hann er búgvin til at taka tær røttu avgerðirnar víðari á lívsleiðini, sigur Annfinn Brekkstein.

- Tað er okkara uppgáva at vera upplýsandi yvir fyri ungdóminum og menna tey víðari á lívsleiðini, tí tey koma at standa yvirfyri at taka avgerðir, sum føra tey á eina skeiva kós, tí eru hesi ungdómstilboðini og tað arbeiðið sum verður gjørt í klubbunum av alstórum týdningi fyri, at tey taka røttu avgerðirnar og fáa eitt sunnan og góðan uppvøkstur - og eru før fyri at taka tær røttu avgerðirnar í ungdómsárunum.

Á myndini síggjast Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini. leiðaran í barnagarðinum á Velbastað, Ester S. Thomasen, og Óla Rubeksen, sum tók ímóti gávubrævi á kr. 3.000,- fyri vinnaran, sum var burturstødd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo