Beinir Johannesen, løgmaður og formaður Fólkafloksins, hevur fólkið aftan fyri seg.
Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum, sum Spyr.fo gjørdi týskvøldið, skrivar Portalurin.
- Seinast vit settu hendan spurningin, var beint undan løgtingsvalinum 26. mars í ár. Tá vóru tað 31,1 prosent, sum peikaðu á formann Fólkafloksins. Nú eru tað 32,9 prosent, so sigast kann, at Beinir Johannesen er betri umtóktur sum løgmaður nú, enn hann var beint áðrenn hann gjørdist løgmaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



