Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fleiri føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur halda, at Føroyar mugu fáa betri handilsviðurskifti við fleiri lond í Asia.

Spyrt tú føroyskar útflutningsfyritøkur, skal politiska skipanin leggja nógv størri dent á at vinna Føroyum betri handilsviðurskifti við lond í Asia. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í spurnarkanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um marknaðaratgongd.

Uppsjóvarfiskur og alifiskur
Tað eru fyrst og fremst fyritøkurnar, sum útflyta alifisk og uppisjóvarfisk, sum halda, at marknaðaratgongdin til asiatisku londini eigur at betrast. Í fleiri asiatiskum londum er marknaðurin stórur fyri laks, makrel, sild og svartkjaft.

Útflutningsfyritøkurnar nevna ítøkiliga Japan, Suðurkorea, India og Kina sum týðandi marknaðir.

Tollforðingar
Tað eru fyrst og fremst tollforðingar, sum forða fyri at útflyta meira til Japan, Suðurkorea, India og Kina. Hyggja vit fyrst eftir laksi, er tollurin at útflyta hesin:

  • India: Millum 10 og 30 prosent

  • Suðurkorea: Millum 10 og 20 prosent

  • Kina: Millum 5 og 7 prosent

  • Japan: 3,5 prosent.

Hyggja vit síðani eftir til dømis makreli, er tollurin at útflyta hesin:

  • Suðurkorea: Millum 10 og 20 prosent

  • Kina: 7 prosent

  • Japan: Millum 7 og 10  prosent.

Kappingarneytar betri treytir
Føroysku fyritøkurnar hava yvirskipað verri – í ávísum førum nógv verri -  treytir enn okkara kappingarneytar at útflyta alilaks og uppisjóvarfisk.

Noreg og Ísland eru hvør í sínum lagi kappingarneytar hjá Føroyum. Bæði londini eru limir í EFTA og fríhandilssáttmálin hjá EFTA við Suðurkorea hevur millum annað við sær, at føroysku útflutningsfyritøkurnar mugu nógv meira í tolli, um tær skulu útflyta makrel ella sild til Suðurkorea enn kappingarneytarnir úr Noregi og Íslandi.

Sama myndin ger seg galdandi, tá ið tað snýr seg um laks til Suðurkorea. Eisini her hava norsku fyritøkurnar ein stóran fyrimun, tí tær rinda ongan toll, tá ið tær útflyta laks til Suðurkorea.

Ísland og Kina hava ein fríhandilssáttmála, og í honum er tilskilað, at íslendskar fyritøkur kunnu útflyta makrel og sild tollfrítt til Kina. Eisini í hesum føri er talan um ein greiðan fyrimun í mun til føroysku fyritøkurnar.

Um kanningina
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spurt ymiskar fyritøkur, sum útflyta teirra vørur og tænastur, um teirra tørv á marknaðaratgongd. Talan er um fyritøkur í vinnugreinunum alivinna, uppisjóvarvinna, botnfiskavinna, sjóvinna og Kt-vinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo