Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Fyri triðju ferð almannakunnger Fólkaheilsuráðið "Virkin januar" álmanakkan, sum er ein álmanakki við 31 uppskotum til, hvussu tú kanst styrkja sálarligu heilsuna í januar.

Eitt nýtt ár er á gáttini og tískil eitt gott høvi til at seta sær nýggjar avbjóðingar og royna okkurt nýtt, sum vit frá gransking vita er gott fyri sálarligu heilsuna.

Í januar 2021 fór átakið "Virkin januar" av bakkastokki fyri fyrstu ferð, og hevur átakið verið so mikið væleydnað, at tað hevur ment seg til eitt afturvendandi tiltak, ið er bæði í januar og oktober hvørt ár. Hettar er triðju ferð, at ein álmanakki er tøkur í januar, og er hann bæði til børn, ung og vaksin, stovnar, skúlar og arbeiðspláss.

Fólkaheilsuráðið eggjar til at brúka álmanakkan sum eitt amboð til at gera nakrar smáar gerðir hvønn dag, sum eru við til at styrkja sálarligu heilsuna. Loyp út í tað og fá íblástur til virksemi, sum passa tær, og sum gevur meining fyri teg. Byrja árið væl og ver virkin á fjølbroyttan hátt. Hettar gevur tær og fólki rundan um teg størri gleði.

Frá gransking vita vit, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Somuleiðis vita vit, at fólk, sum í stóran mun eru virkin á nógvar ymsar mátar, í størri mun hava kenslu av vælveru og betri sálarligari heilsu enn tey, sum ikki eru virkin. Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu "ver virkin, ver saman og ver hugbundin" er inngrógvin í átakinum.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað er umráðandi at vera virkin uppá ymiskar mátar, og tað eru tær smáu gerðirnar, sum muna.

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni "ABC fyri sálarliga heilsu" og Instagramsíðuni "Folkaheilsuradid".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo