At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Um rætt at fáa útskrivað føroyskt pass til føroyingar uttanlands

Spurningar:
1. Kann løgmaður staðfesta, at føroyingar búsitandi uttanlands eiga at kunna velja at fáa útskrivað føroyskt pass, og at tað finnast fordømi fyri tí?

2. Vil løgmaður tryggja, at øll, ið ynskja tað, kunnu velja tað føroyska passið, tá ið tey skulu hava útskrivað ella endurnýggjað pass, meðan tey eru búsitandi uttanlands?

3. Hvat er lógargrundarlagið fyri at nokta føroyingum uttanlands eitt føroyskt pass, og hvat er lógargrundarlagið fyri at útskriva donsk ES-pass til føroyingar í Føroyum?

Viðmerkingar:
Undirritaði hevur fingið innlit í fleiri ítøkilig dømi, har føroyingum búsitandi uttanlands verður noktað at fáa útskrivað tað føroyska passið, tá ið tey skulu hava nýtt ella endurnýggjað pass. Í staðin verður kravt, at tey skulu hava tað danska ES-passið.

Undirritaði hevur tó eisini fingið innlit í dømi, har tað hevur eydnast at fáa útskrivað tað føroyska passið hjá føroyingum, ið hava verið búsitandi í til dømis Bretlandi og Íslandi.

Tískil tykist tað, sum mismunur verður gjørdur, og at fólk ikki fáa greiða og einsljóðandi kunning og niðurstøður um síni rættindi at velja pass.

Undirritaði hevur sæð dømi, har víst verður til §10 í “Lov om Færøernes hjemmestyre” til tess at nokta fólki at fáa útskrivað føroyska passið uttanlands. Har stendur: ”§ 10. Í ferðapassi og tjóðarprógvi skrivað í Føroyum til Føroying verða „Føroyingur“ og „Føroyar“ sett aftaná orðini „Dansk“ og „Danmark“.

Grundgevingin fyri at nokta er, at hetta skal tulkast sum bert galdandi fyri pass, ið eru skrivað út í Føroyum. Vit vita kortini, at framleiðslan av passum langt síðani er flutt av landinum. Og vit vita, at føroyingar í Føroyum fáa útskrivað donsk ES-pass, sum als ikki samsvarar við §10 í “Lov om Færøernes Hjemmestyre”.

Tí verður eisini spurt, hvat lógargrundarlag víst verður til viðvíkjandi passi til føroyingar heima og uttanlands.

Á Løgtingi, 16. septembur 2022
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo