Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Semingsmaðurin váttar fyri VP, at semja er undirskrivað millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum so merkir at verkfallið er av.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafeløg, sigur við KvF, at talan er um eina hækking uppá umleið 13% yvir tvey ár.

Niels Winther, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at talan er um ein karm uppá umleið 8% umframt eitt serstakt lønarlyft til ein láglønarbólk. Hann sigur eisini, at nógvar vinnufyritøkur fara at líða undir meirútreiðsluni, og hann ivast ikki í, at semjan fer at kosta arbeiðspláss og møguliga eisini húsagangir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo