Á hvørjum ári á Vestanstevnu skipar Ítróttarfelagið Frælsi sum vant fyri Vestanstevnurenning.
Í ár verður Vestanstevnan í Sørvági 8. og 9. juli.
Vestanstevnurenningin verður leygardagin 9. juli kl. 11.00 og sum vanligt verður runnið frá Kirkjuni í Sørvági til Bíggjar og aftur.
Sjálv renningin byrjar kl. 11.00 og startnummar kann heintast frá kl. 10.00 við kirkjuhúsið í Sørvági.
Runnið verður í ymiskum bólkum hjá bæði børnum, ungum og vaksnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo