Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams
Onnur tíðindi

Vestmanna.fo: Bygdarráðið hevur við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 samtykt at seta pengar av til ein nýggjan sløkkibil.

Núverandi sløkkibilur er frá 2000 og hevur sostatt 26 ár á baki. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at hava eina trygga tilbúgving er neyðugt at skifta bilin út.

– Í sløkkiliðnum fegnast vit um, at ein nýggjur bilur nú kemur. Verandi bilur hevur verið okkum í Vestmanna og grannabygdunum góður, men nú er ymiskt farið at bila, umframt at summir eykalutir ikki longur eru til at fáa hendur í. Tí verður tað sera gott at fáa ein nýggjan bil, sigur Tóki Seloy, sum er brunaumsjónarmaður.

Tað tekur meira enn eitt ár at byggja nýggja bilin, og gamli sløkkibilurin fer tí at tæna økinum til tann nýggi eftir ætlan verður tikin í brúk í 2028.

Í Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði eru 20 mans í ymiskum aldri. Sløkkiliðið heldur til ovast í Vestmanna, har tað hevur eina stóra høll við øllum neyðugum hentleikum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #