Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í ár eru liðin 120 ár síðan Vestmanna kirkja varð vígd, tað hendi 3. sunnudag í advent 1895, sum tá var hin 15.12.1895. Tá kirkjan fylti 100 ár í 1995, kom bók út um kirkjuna. Høvundar vóru fleiri, men ritstjórar vóru: Jóannes Fonsdal, Margreta Andreasen, Uni Næs og Hans Petersen. Bókin hevur verið sera væl umtókt, og er langt síðan útseld. Har er nógv áhugavert at lesa, og tí verður hon ofta tikin til, tá okkurt skal avklárast. Talan hevur verið um at geva út ískoyti til bókina, men enn er hetta ikki komið í lag.

Um kirkjuna og kirkjubygging er sagt, at Løgtingið hin 7. september 1894 tók málið til viðgerðar. Farið varð undir at byggja, og tað var byggimeistarin Petur í Mattalág, sum stóð fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann timburmenn úr Vestmanna og úr øðrum bygdum eisini. Kirkjan er laðað upp av gróti og síðan pussað. Grótið er fingið til vega úr Hórará og fram við bakkanum út móti turkihúsinum hjá Palla hjá Funnings-Póli. Gamla kirkjan, ella partar av henni, varð eftir uppskotið frá nevndini um Vestmanna kirkju, sett upp aftur í Skopun.

Skjótt hava teir arbeitt, tí nýggja kirkjan í Vestmanna varð vígd sunnudagin 15. desember 1895 - 3. sunnudag í advent - av Jens Christian Evensen, sum tá var próstur.

Kirkjan varð høvuðsumvæld og longd í 2005, tá var eisini nýggj og sera vøkur altartalva avdúkað, hana hevur Astrid Andreasen úr Vestmanna gjørt. Kirkjan er rúmlig og hevur í dag m.a. hølir til konfirmantaundirvísing í kirkjukjallaranum, har er eisini møguligt at hava kirkjukaffi og onnur tiltøk.

Í samband við føðingardagin, verður skipað fyri hátíðarguðstænastu í Vestmanna kirkju 3. sunnudag í advent kl. 11.00, har Uni Næs, sum fyrrverandi sóknarprestur í Vestmanna-og núverandi Dópróstur, prædikar og Marjun í Kálvalíð sóknarprestur hevur altartænastuna. Gentur úr 6. flokki í Vestmanna skúla ganga Luciugongu, og Vestmanna kirkjukór syngur. Fyrrverandi og núverandi prestar í Norðstreymoyar prestagjaldi eru eisini við til guðstænastuna hendan dagin. Kirkjuráðið í Vestmanna bjóðar til morgunmat í kirkjukjallaranum frá kl. 10.00.

Lagt er upp til ein hugnaligan dag í Vestmanna kirkju, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Samstundis verður ein stór jólakonsert í Vestmanna kirkju sjálvan føðingardagin, 15.12 kl. 20.00, har bæði kór og solistar syngja og spæla. á skránni eru:

Vestmanna Sangkór, Holgar og Elsibeth, Súsanna og Pauli, Halleluja Sofus, Kórið Experiment, Ester Kristiansen, Magni Christiansen og Vestmanna Kirkjukór.

So her er eitt sindur til øll. Konsertin er ókeypis, men til ber at geva eina peningagávu til "Í menniskjum góður tokki". Eisini hetta kvøld er lagt upp til eina hugnaliga og góða løtu í okkara gomlu kirkju, sum altíð er vøkur og fjálg at koma í.
 
Vestmanna kirkjuráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo