Í apríl er árið so ungt enn, at tað bæði grætur og lær hjartaliga
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vestmanna Kommuna: Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara frá 1. mars 2024.

Sámal er 46 ára gamal og vestmenningur. Hann er útbúgvin bankamaður, og hevur, umframt bankaútbúgvingina, tikið aðrar viðkomandi útbúgvingar innan bankavirksemi.

Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS.

Seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið virkin í valnevndum og ítróttar- og áhugafelagsskapum í heimbygdini.

- Eg eri sera spentur at fara undir nýggju avbjóðingina og gleði meg at gerast partur av umsitingini og harvið verða við til at arbeiða fyri borgarunum í Vestmanna, sigur Sámal Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo