Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vestmenningur, sum kom til Vestmanna um hálvan februar, hevur ligið við bryggju síðani, ímeðan bíðað hevur verið eftir, at svartkjafturin kom í føroyskan sjógv, og so er tíðin eisini brúkt til at gera skipið klárt.

Seint í gjárkvøldið loystu teir so, og leiðin gekk suðurum, har Vestmenningur nú sambært vesselfinder er staddur á eini leið vestanfyri Hetlandi saman við Christiani í Grótinum og eini 15 øðrum skipum, teir flestu at síggja til russiskir trolarar.

Spurdur um oljuprísurin, sum er nógv hækkaður bara hesa tíðina síðani skipið er keypt, er ein strika í rokningini hjá teimum, sigur Eyðun Olsen, stjóri á Vestmanna Seafood, sum eigur Vestmenning, at tað er hann. Men vónin er, at prísurin aftur fer at lækka, ella at hækkandi fiskaprísir fara viga upp ímóti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo