

Leygardagin royndi Ritan at sleppa at í Fugloy, men tað gekst ikki eftir ætlan.
Umborð á Rituni vóru eisini fleiri fjallmenn.
Símun Gullaksen hevur lagt tvær video upptøkur á sín Facebook-profil, sum síggjast niðanfyri.
Símun Gullaksen sigur, at hetta er ein vanligur dagur á útoyggj og ein støðulýsing av umstøðunum at búleikast og røkja útoyggjar okkara.
- Eisini er hetta ein háttur at vísa øllum, at manningin á Rituni til tíðir hevur eina sera avbjóðandi uppgávu at loysa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo