Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Tað verður nógv tosað um kríggið. Eisini í Føroyum. Tað er jú ikki bara ein sorgarleikur í sær sjálvum, men eisini púra avgerandi fyri framtíðina hjá okkara heimsparti. Tí sleppa vit ikki undan at hava eina støðu til tað - í orð og í verki.

Men tá mann situr óendaliga langt frá frontinum og tosar um kríggj, kann tað skjótt bíva abstrakt. Mann svevur trygt, og mann merkir ikki so mikið sum roykin av krúti. Tá kann tað tykjast veruleikafjart at tosa um strategiir og taktikk og falnar soldatar.

Men tað eru føroyingar, sum vita, hvat hetta snýr seg um í veruleikanum. Sum hava verið á frontinum, har tað leikar allar harðast á.

Eg havi samskift nakað við tveir teirra farnu tíðina, og 28. august gjørdu vit hesa bandaðu videosamrøðuna, sum gevur eitt lítið innlit í tað, sum hendir í okkara heimsparti.

Teir eru víkamenn, systkinabørn, og tann eldri er gubbi tann yngra.

Bjarti Grunnveit Olsen er 25 ár. Hann hevur havt ymisk arbeiði, og farnu árini hevur hann verið maskinførari. Men fyri meira enn einum ári síðani meldaði hann seg til ta internationalu brigaduna í Ukraina. Nú er hann í sjálvum tí ukrainska herinum, har hann er partur av eini álopsdeild, sum roynir at taka landøki aftur frá fíggindanum.

Bjørn Kallsoy er 42 ár. Hann er av kendari sjómansætt og hevur eisini verið sjómaður sjálvur. Hann hevur verið í legiónini fyri útlendskar hermenn í góðar fimm mánaðir. Hansara uppgáva er at verja ukrainskt landøki móti álopum frá fíggindanum.

Teir eru báðir skaddir í álopum, og sita her uttan fyri sjúkrahúsið hjá Bjørn i Kiev.

Í samrøðuni fara vit heilt tilvitað uttan um tað mest ekstrema, sum teir hava upplivað. Vit kunnu ikki skilja tað kortini. Hvat tað er kann sigast við einum orði: kríggj. Menniskjað tá tað er óndast.

Hetta er enntá eitt primitivt skotgravakríggj. Fyri at geva eitt betri innlit bað eg teir senda mær nakrar privatar myndir og upptøkur, sum lýsa tað, vit kanska kunnu kalla gerandisdagin í frontinum. Tað er so klipt inn í samrøðuna. Eitt brot er úr eini upptøku av Bjørn, har hann stendur á vakt ein vanligan dag. Øll upptøkan varar í 7 minuttir og 42 sekund. Tað hoyrast umleið 50 spreingingar og skot nær og fjar á allari upptøkuni. Og tað er altso brot úr einum gerandisdegi, har einki óvanligt hendi.

Nú er Bjarti farin aftur á frontin, og tað ætlar Bjørn eisini, tá hann verður so frægur.

Tað er óskiljandi, at teir gera tað. Teir hava gjørt meira enn nokk, og sæð úr einum persónligum sjónarhorni, er eingin ivi: Teir burdu komið heim. Tað vóni eg persónliga, at teir gera. Prísurin, teir rinda, er alt, alt ov høgur.

Men hugsið tykkum um eingin gjørdi tað, teir gera! Hugsið tykkum, um russiski herurin ikki møtti nøkrum fronti! So Gud náði okkum.

Ukraina hvørki var ella er nakað fyrimyndarligt fólkaræði ella rættarsamfelag. Tað var Pólland heldur ikki í 1939. Men nú sum tá hava vit kortini í Europa eitt stríð millum eina heimsskipan, sum er grundað á lógir og reglur, og eina heimsskipan, sum er grundað á tann óavmarkaða rættin hjá tí sterka. Millum frælsi og ófrælsi. Millum fólkaræði og einaræði. Millum virðing og totala vanvirðing fyri mannalívum.

Bjarti og Bjørn standa sjávbodnir í allar, allar í fremstu røð í hesum stríðnum, og uttan mun til, hvat hendir teimum, rinda teir ein sera høgan prís.

Formliga umboða teir bara seg sjálvar. Men teir eru tvær føroyskar hetjur. Og tað eru teir eisini, um teir skjótt koma heim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo