Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá vinstru, Hans Jørgen Vodsgaard, Interfolk og samskipari av Nordplus verkætlanini, Peter Nygaard, formaður fyri Nukaka og stjóri fyri Maniitsoq museum í Grønlandi, og Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla. Myndin varð tikin í sambandi við fund um Nordplus, sum varð hildin í Føroyum í juni í fjør

Tórshavnar kommuna: Í tveir dagar, týsdagin og mikudagin, hava umboð fyri stovnar, áhugafeløg og frítíðarfelagsskapir í teimum trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, verið á talgildari ráðstevnu.

Talan er um ráðstevnu um Nordplus Vaksin verkætlanina, ið hevur til endamáls at knýta tættari bond og menna samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í Ríkisfelagsskapinum.

Yvirskiftin fyri ráðstevnuna hesaferð var “Foreningslivets samarbejde i Rigsfællesskabet” og var ráðstevnan skipað í tveimum pørtum.

Fyrri parturin sipar til yvirskriftina og snúði seg um samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í Ríkisfelagsskapinum. Dentur var millum annað lagdur á, hvussu samstarvið kann styrkjast og mennast í framtíðini. 

Hin parturin snúði seg í stóran mun um sjálvan Ríkisfelagsskapin og tær avbjóðingar, sum eru í felagsskapinum.

Og júst Ríkisfelagsskapurin var eitt yvirskipað og afturvendandi evni á ráðstevnuni. Fleiri spennandi fyrilestrar tóku saman um støðuna og avbjóðingarnar í Ríkisfelagsskapinum.

Eitt nú herlt Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi danskur diplomatur og NATO sendiharri fyrilestur undir heitinum “Kan Rigsfællesskabet opløses og samles igen frivilligt - og i så fald om hvad og hvilken form?”

Martin Breum, journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað nógv um Ríkisfelagsskapin og Arktiska økið, helt eisini fyrilestur um sama evni. Heitið á hansara fyrilestri var “Kan Rigsfællesskabet forandres for at bevares?

Og Ulrik Pram Gad, seniorgranskari á Dansk Institut for Internationale Studier, helt fyrilestur um hugtakið “Free associations”.

Millum fyrilestrahaldararnar tóktist breið semja at vera um, at rembingar eru í Ríkisfelagsskapinum, sum fer at broytast í komandi tíðum. Spurningurin er bara hvussu.

Nordplus verkætlanin
Tórshavnar Kvøldskúli er við í Nordplus Vaksin verkætlanini og hevur samskipandi leiklutin vegna Føroyar.

Nordplus Vaksin verkætlanin leggur dent á týdningin, sum áhugafeløg og felagsskapir  hava fyri samfelagið, lokalt og landanna millum. Eitt nú, tá um mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og luttøku í felagslívi ræður.

Endamálið er at styrkja og menna kunnleikan og tilvitskuna um sosiala inklusjón, demokrati, samborgaraskap og fólkaræðisligar mannagongdir og burðardygga umhvørvismenning.

Verkætlanin byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo