Í samband við leiting eftir gamla Tjaldrinum (sakk í 1946), hevur Vikmar eXplorer funnið skap av einum kavbáti.
Tað er ikki alment enn, hvar kavbáturin liggur, men kanningar hjá donsku verjuni benda á, at kavbáturin hevur siglt á eina grynnu, sum ikki er merkt á sjókortinum.
Danska verjan hevur heitt á føroyska sjókortmyndugleikan, um at fáa gjørt neyvari kort, og er ætlanin at byrja hetta arbeiðið longu 1. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo