Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leirvíkar Missiónshús: Komandi vikuskifti 21.-23. apríl bjóðar Leirvíkar Missiónshús til vikuskiftismøtir.

Vit fáa vitjan av kenda norska prædikumanninum Johnn Hardang. Hann er í dag mest kendur sum leiðari á kristiligu sjónvarpsrásini “Bedehuskanalen”.

Áður hevur hann m.a. verið leiðari á Bíbliuskúlanum á Bildoy og útvarpsprestur  í kristiligu útvarpsrásini P7. Tey, sum hava hoyrt hann prædika og syngja, lata sera væl at.

Møtini verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00.  Johnn Hardang talar og syngur við øll møtini.

Fríggjakvøldið syngur Petur Hans við bólki. Leygarkvøldið Kvinnukór í Emmaus og sunnukvøldið syngur Leirvíkskórið.

Innsavnan verður øll kvøldini. Møguleiki er fyri samtalu og forbøn. Barnaansing verður sunnukvøldið. Drekkamuður verður eftir hvørt møti.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo