Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Fólkaheilsa

Spurningar:
1. Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga?

2. Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum?

3. Verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørtur um aðalráð?

Viðmerkingar:
Í longri tíð hevur tosað verið um, at føroyingar fáa alsamt ósunnari matvanar. Millum annað er hetta nakað, Fólkaheilsuráðið hevur ávarað um. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt fleiri tilmæli og framleitt nógv upplýsandi tilfar, men kortini stendur trupulleikin við, og talið av føroyingum við ógvusligari yvirvekt er vaksandi.

Tað er ein sannroynd, at yvirvekt, kropsligt óvirkni og kostur hongur saman við sannlíkindum at fáa ávísar álvarsligar sjúkur, herundir hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein.

Í 2006 varð Fólkaheilsuætlan føroyinga gjørd við ítøkiligum ætlanum á fólkaheilsuøkinum fyri árini 2006 til 2009. Síðani hevur eingin fólkaheilsuætlan verið gjørd.

Samstundis hevur Búskaparráðið leingi ávarað um manglandi haldføri í búskapinum.

Víst hevur verið á, at fyribyrgjandi innsatsur á heilsuøkinum er við til at betra um búskaparliga haldførið upp á sikt. Jú færri sjúk eru, tess minni tørvur er á heilsurøkt.

At betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum er tí ikki bara eitt mál fyri tann einstaka, men eitt mál fyri alt samfelagið.

Samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum at endurskoða mvg-lógina við tí fyri eyga at gera gerandismatvørur bíligari. Her kundi landsstýrið nýtt høvið at gera fólkaheilsuátøk við at gera heilsugóðar matvørur bíligari. Ein annar háttur at fremja heilsupolitikk á øðrum málsøkjum er við at gera reglur fyri handlarnar um, at góðgæti skal vera í einari ávísar frástøðu frá kassanum.

Fyri at fáa greiðu á, hvussu landsstýrið arbeiðir við fólkaheilsu, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 20. mars 2023
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo