Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður.
Svarari: Bárður Á Steig, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Evni: Invest in Denmark
Spurningar:
1. Hevur Invest in Denmark, sum partur av danska uttanríkisráðnum, nakra skyldu ella formliga rammu fyri at stuðla íløgufremjan ella íleggjarasambondum fyri Føroyar?
2. Um ongin slík skylda er, hvat krevst so av danskari síðu, fyri at Invest in Denmark kann taka eina praktiska ábyrgd fyri at hjálpa Føroyum á hesum øki, uttan at tað krevur stórar útbyggingar av føroysku uttanríkistænastuni?
3. Er nøkur ætlan hjá landsstýrinum at menna eina føroysku íløgufremjandi skipan, sum kann røkja somu uppgávu, ella er metingin, at tað er meira skynsamt at nýta donsku skipanina?
Viðmerkingar:
Føroyar hava ikki eina fullfíggjaða skipan til at fremja íløgur í føroyskt vinnulív, sum svarar til skipanina, ið Danmark hevur við Invest in Denmark. Invest in Denmark arbeiðir við at draga til sín, varðveita og menna útlendskar íløgur í Danmark.
Í sambandi við ríkisfelagsskapin og verandi samstarvskarmar millum Danmark og Føroyar á uttanríkisøkinum er tað viðkomandi at fáa greiðu á, um nakrar skyldur ella nøkur siðvenja er, ið ger, at danska íløgufremjandi skipanin eisini kann ella skal taka sær av føroyskum tørvi.
Um eingin slík skylda er, er tað eisini viðkomandi at vita, hvat krevst, fyri at Invest in Denmark kann taka á seg slíka ábyrgd, ella um ætlanin er at byggja upp eina føroyska loysn í staðin.
Á Løgtingi, 30. oktober 2026
Kristian Krog Hentze
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



