Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fyri næstan trýss árum síðani møtti eg fyrstu ferð ti gløðandi javnaðarunglinginum, Vilhelmi Johannesen i Klakksvik.

Hann var ikki nógv yvir 20 ára gamal, men hevði eitt engagement og eina vitan um politikk, sum tey allarfægstu nakrantíð fáa.

Hann hevði  sin sterka sociala áhuga frá pápanum, Betuel, sum var ein av trúgvastu og mest eldhugaðu partamonnum hjá Petur Mohr Dam.

Vilhelm arbeiddi sum postavgreiðslumaður i Klakksvík, men brúkti meginpartin av sini frítíð til politiskt arbeiði og agitatión fyri Javnaðarflokkin.

Hann hevði nógv samarbeiði við Villa Sørensen, blaðstjóran á Sosialinum, sum tá var eitt partapolitiskt flokksblað.

Teir báðir syrgdu saman við Einar Waag fyri, at javnaðarrørslan í Klakksvík bleiv dynamisk og so alfevnandi, at flokkurin til fólkatingsvalgið 1964 bleiv nógv størstur i Norðoyggjum við bæði Johan Nielsen og P M Dam sum oddamonnum.

Vilhelm visti ótrúliga nógv um lokalpolitikk og kendi meginpartin av javnaðarveljarunum persónliga.

Tað var ein øgilig styrki.

Tá ið Atli kom uppí aktivan føroyskan politikk, fekk hann beinanvegin eyga á Vilhelm, sum fekk skjóta karrieru, fyrst sum blaðstjöri á Sosialinum, siðani sum bæði løgtings- og landsstýrismaður.

Hann var tiltikin sum søguliga vitandi og sakligur debattørur á løgtngi, men eisini stuttligur og skemtandi ironiskur við alt for breggjandi andøvsmenn.

Hann var ikki lættur at syfta i politiskum orðaskifti og umboðaði ofta flokkin á fundum og samkomum.

Fyri Atla persónliga og fyri flokkin generelt var Vilhelm eitt ríkt arkiv og ein ótømandi søgulig kelda at oysa úr, bæði søgupolitiskt og agitatoriskt.

Vilhelm noyddist at fara burtur úr aktivum politikki av heilsuorsøkum, men hann fylgdi sera væl við og stuðlaði sum hvíttgránaður nestor flokkinum til tað allarsiðsta.

Tað var sjálvandi ein stór og fløvandi fragd og ein persónligur heiður fyri Vilhelm, tá ið sonur hansara Aksel gjørdist flokksformaður og seinni eisini løgmaður.

Hann gleddist, men reypaði aldrin!

Min síðsti fundur við Vilhelm var í fjør summar i hansara fitta býli á Kósini i Klakksvík.

Blíðskapurin var óførur, og tað drúgva prátið bleiv til politiskt reyðargull av undirhaldandi eygleiðingum og hugarenslum.

Friður verður lystur yvir eitt av okkara mætastu umboðum og eina av teimum ideologisku kempunum i ti føroysku javnaðarrørsluni.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo