KVF: Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa fleiri vindmyllur upp í Føroyum.
Í 2024 legði Ingilín Didriksen Strøm, táverandi landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fram eina ætlan um fimm vindmyllur í fimm ár.
Tann fyrsta av teimum, hon í Klivaløkshaga á Sandoynni skuldi eftir ætlan vera í rakstri í 2025.
21. februar í 2025 vann eitt felag hjá Johan í Niðristovu útbjóðingina at byggja vindmyllurnar.
Men tað hevur drigið út, tí at nógvar forðingar hava verið á vegnum. Fleiri mótmæli og kærur hava verið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



