Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin veksur hann vindin upp í ein strúk ímillum eystan og landnyrðing. Regn ella vátaslettingur seinnapartin og hitin um 3 stig.

Týsdagin og mikudagin frískur vindur av landnyrðingi, turt fyri tað mesta og onkrir sólglottar og hitin ímillum 2 og 4 stig.

Hósdagin framvegis upp í ein strúk av landnyrðingi og kalt, sólglottar fyrrapart men seinnapart kemur avfall, møguliga sum kavi ella vátaslettingur.

Fríggjadagin beinur norðan, strúkur í vindi og kavi ella vátakavi allan dagin, ímóti kvøldi tó minni vindur og tað slítur í.

Næsta vikuskifti er vindurin burtur, hann melur av ymsum ættum og tað verður lýggjari, upp í eini 6-7 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo