Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin veksur hann sum frá líður vindin uppí ein strúk av útsynningi, samdrigið og seinnapartin fer at regna, tað verður samstundis eisini lýggjari, uppí eini 7 stig.

Týsdagin hvassur vindur ella skrið av útsynningi sum fer upp í vestan, tað verður stutt ímillum ælini og hitin um 6 stig.

Mikudagin verður umleypandi veður, fyrst vestan og útnyrðingur, seinni sunnan og landsynningur, avfall tíðliga á degnum, kanska sum vátaslettingur, seinni sólglottar, mesti vindurin fyrrapart, um middagsleitið logn og so frískar hann vindin nakað, hitin úr trimum upp í seks stig.

Hósdagin verður samregn, hitin um 8 stig, ættin verður sunnan og landsynningur fyrst strúkur í vindi men tá kvøldið er komið uppí skrið ella storm í hvirlunum.

Fríggjadagin minkar hann vindin spakuliga og tá kvøldið er komið er mestsum stilli. Ættin fyrst útsynningur seinni landsynningur, mesta avfallið tíðliga á degnum og hitin um 5 stig. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo