Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið:  Mikudagin 1. mars hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip aðalðfund. Fyri vali stóðu Jens Meinhard Rasmussen og Gunnbjørn Joensen, og báðir vóru afturvaldir sum nevndarlimir.

Á aðalfundinum legði formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, ársfrágreiðingina fram. Hann nevndi m.a., at felagið hevur javnan víst á, at handilsskip tørva betri marknaðaratgongd, um vinnan skal verða kappingarfør við útlendsku kappingarneytarnar. Tí mælir felagið nýggja landsstýrinum til at fara undir arbeiði at fáa fleiri tvískattaavtalur og avtalur um cabotagesigling.

- Vit fegnast um, at Handilsflotin stendur seg væl í kappingini um sjófólk, og at talið av skipum og starvsfólkum í vinnuni er støðugt. Avbjóðingarnar eru tó tær somu sum undanfarnu ár s.s. avmarkaða tilgongdin av fulltiknum dekkarum og atgongd til starvsfólk yvirhøvur, segði Jens Meinhard Rasmussen.

Farna árið hevur verið merkt av óvissuni kring heimin. Vinnan er rakt av príshækkingum og vaksandi inflasjón, sum ger, at reiðaríini mugu umhugsa sítt virksemi gjølla.

Handilsskip virka undir altjóða krøvum, og bæði IMO og ES londini hava sett víðfevnd krøv í verk fyri at minka útlát og verja umhvørvið.  Vinnan hevur sum mál at røkka hesum krøvum, og gera stórar íløgur innan menning og nýggja útgerð komandi árini.

Til ber at lesa ársfrágreiðingina her: Leinki til ársfrágreiðing

Í nevndini fyri Reiðarafelagið fyri Handilsskip sita: Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Sjúrður Johansen, Bogi P. Nielsen og Álvur Højgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo