Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Útlánsvøksturin er øktur frá at vera 0% í fyrra hálvári í fjør til 3,7% í fyrsta ársfjórðingi 2021. Tað eru ikki húsarhaldini, men tænastu- og framleiðsluvinnurnar, sum hava økt um lántøkuna í føroysku bankunum. 

Útlánini úr føroysku bankunum til føroysku húsarhaldini eru økt við 1%, meðan útlánini til føroysku vinnukundarnar í fyrsta ársfjórðingini 2021 eru økt við 7% í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Húsarhaldini eftirspyrja hinvegin í stóran mun donsk realkredittlán til sethúsafígging. Vøksturin í útlánunum frá donsku peninga- og realkredittstovnunum er tí munandi hægri, enn tann hjá føroysku peningastovnunum.

Verður býtt út á vinnugreinar, eru útlánini úr føroysku peningastovnunum til tænastuvinnurnar økt við 11% og 8% til framleiðsluvinnurnar, meðan útlánini til tilfeingisvinnurnar eru lækkað við 5% í fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til árið fyri. Ein partur av útláninum til tænastuvinnurnar stavar frá kommunum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo