Spenningur var í luftini, tá ið sýningarnar av teimum 16 filmunum, í árligu filmskappingini hjá Klippfski, vóru í stásiliga fyrilestrarsalinum á Glasi, mánakvøldið 2. desember. Evnið í ár var ”Ótti” og snávingarsteinurin var vatn. T.v.s. at vatn skuldi spæla ein lut í filminum. 60 luttakarar úr øllum Føroyum høvdu teknað seg til filmskappingina, har fýra teirra vóru útisetar, búsitandi í Danmark og Onglandi. So tað var onki løgið í, at salurin var fullsettur.
Eftir sýningarnar avdúkaði Maria Winther Olsen, filmsleikstjóri og forkvinna í felagnum Føroysk Filmsfólk, hvørjir vinnararnir vóru. Í dómsnevndini í ár vóru Ingun í Skrivarastovu, Maria Winther Olsen og Pætur Marjunarson Dahl.
The Stenbergs besta filmin
Besti Filmur var "Babbar mugu ikki forskrekkjast". Brøðurnir Jákup og Jónfnn Stenberg og bróðursonur teirra, Hákun Stenberg, gjørdu flmin í felag. Um filmin segði dómsnevndin soleiðis: Filmurin, við sinum undirspælda humoristiska tóna, gevur eina sterka heildaruppliving. Filmurin er sera væl úr hondum greiddur og hevur eitt høgt støði á øllum parametrum. Leikritið er væl skrivað við einari byrjan, miðju og enda. Við sínum mongu kameravinklum gevur tað hyggjaranum eitt sterkt visuelt upplivilsi. Harumframt líkur filmurin treytirnar á besta hátt . Óttin verður lýstur skemtiliga, og vatnið verður brúkt á ein undirspældan hatt.
Samanumtikið ein frálikur og skemtiligur filmur.
Hákun besti leikari
Besti leikari var Hákun Stenberg í leiklutinum sum argandi sonurin í flminum “Babbar mugu ikki forskrekkjast”. Pápi Hákun tók ímóti heiðurslønini. Dómsnevndin segði soleiðis: Leikarin ger ikki so nógv um seg, men hevur eitt heilt serligt glimt i eyganum. Leikluturin er undirspældur, men ber filmin sera væl. Dialogurin er naturligur og liggur væl i munninum, og eygnabráðið stendur eftir sum ein sterkur forteljari.
Vit gleða okkum at siggja meira til evnarika leikaran i framtiðini.
Oh Shit besta hugskot
Systrarnar Sigrid og Kajsa Holm Bic áttu Besta Hugskot við flminum "Oh Shit". Dómsnevndin segði soleiðis: Við sinum skemtiliga tóna meistrar filmurin á besta hátt at seta orð og myndir á kensluna “Ótti”. Leikritið megnar við sínum faktuellum upplýsingum um høvuðskarakterin at geva eina sjarmerandi samtíðarmynd av føroyska ungdóminum, umframt at leikritið javnvigar millum álvara og skemt. Filmurin hevur eina sterka visuella rødd, umframt at filmurin hevur sera góð leikaraavrik frá bæði fólki og hundi.
Katarsis ársins herðaklapp
Ársins Herðaklapp fekk orðaleysi flmurin "Katarsis". Í bólkinum vóru Katrin Hvítklett, Anna Elisabeth Isholm Wind, Katarina Heradóttir Andreasen og Ragnar Marr Erlandsson. Um filmin segði dómsnevndin soleiðis: Frá fyrsta sekundi dregur filmurin teg inn i ein øðrvisi filmsheim. Ein heimur har myndinar eru á høgum støði og har forteljaragleðin er eyðsynd. Við sínum sansandi og sveimandi kamerarørslum, megnar flmurin at seta mynd a kensluna ótta uttan at nýta dialog.
Myndasiðan er væl stuðlað av vøkru scenografuni og ikki minst sterka leikaraavrikinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo