Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan var í dag í Varpinum í Klaksvík.

“Eitt gott hugskot, sum kann verða við at loysa eina samfelagsavbjóðing, sum samfelagið, vinnan og tey ungu kenna væl til”, so greið vóru skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum NeXum, tá tey í dag vunnu SkúlaFM 2024.

Bólkurin NeXum høvdu eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Bólkurin, NeXum, kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen.

Nummar tvey gjørdist Keliheim frá Skúlanum av Løgmannabreyt. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot, sum var ein tænasta, sum byggir brúgv millum djóraeigarar, ið hava tørv á at fáa síni kelidjór ansað og áhugaðar ansarar.

Nummar trý gjørdist Taste of sea úr Skúlanum av Giljanesi. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot. Tey høvdu ment ymiskar heilsugóðar vørur úr turkaðum laksi.

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í apríl. Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- kr. og 1.000,- kr.

Í ár vóru 6. bólkar við í finaluni, sum hesaferð varð hildin í Varpinum í Klaksvík.

Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støði var so mikið høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár. Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Oluffa Olufsdóttir frá Betri Banka og Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele.

Íverksetarahúsið takkar fyri dagin og vit gleða okkum til SkúlaFM finaluna 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo