Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuháskúlin: Í vikuni setti Vinnuháskúlin aftur seglini eftir summarsteðgin. Vinnuháskúlin tekur lesandi inn tvær ferðir um árið.

Hesaferð mynstraðu 18 skipsførarar, 24 maskinmeistarar, 16 skiparar og aspirantar á Vinnuháskúlan. Tað eru umleið 200 lesandi á skúlanum.

Vinnuháskúlin arbeiðir miðvíst við at menna seg. Visiónin hjá skúlanum er, at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.

Eitt nú kann vísast á aspirantskipana, sum miðvíst verður ment. Vinnuháskúlin  hevur seinasta árið fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.

Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: P/F Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulik, Standferðslan og TORM.

Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo