Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrævið hjá BankNordik gjørdi eitt skarvslop á børsinum í dag og hækkaði 31,15% í virði. 

Kursurin endaði á 200 eftir ein stóran handil við gott 8.000 partabrøvum um lukkitíð. Vit skulu heilt aftur til desembur 2007 fyri at finna sama virði á partabrævinum hjá BankNordik, hvørs partabræv bleiv skrásett á virðisbrævamarknaðinum í juni sama ár.

Tað er ongin nýggj fráboðan komin til marknaðin, sum kann geva eina ábending um orsøkina til stóru hækkingina í virðinum.

Størstu eigararnir í BankNordik eru sambært yvirlitinum tvey donsk feløg - Rth Holding Aps við heimstaði í Keypmannahavn og Gtm Familie Holding Aps við heimstaði í Hirtshals. Feløgini eiga góð 10% í part av bankanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo