Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Bøkur

Í dag verður fyrsta felags norðurlendska kanningin, sum ásetur virðið av bruttoinntøkunum frá sølu av rættindum vegna høvundar í 2024 í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, løgd fram. Sambært úrslitinum eru inntøkurnar av bókaútflutningi úr Føroyum samanlagt 25.100 evrur. Heildarupphæddin á virðinum av norðurlendskum bókaútflutningi er 78 milliónir evrur.

Endamálið við kanningini er at fáa eina heildarmynd av virðinum á norðurlendskum bókmentaútflutningi. Statens Kunstfond (Danmark), FILI – Finnish Literature Exchange, Icelandic Literature Center, NORLA – Norwegian Literature Abroad, Swedish Literature Exchange og FarLit – Literature from the Faroe Islands tóku stig til kanningina.

Tað er av alstórum týdningi at skilja, hvussu bókmentaútflutningur virkar tvørtur um Norðurlond, og hvussu vit áhaldandi kunnu styrkja og menna okkara útflutningsstrategi við støði í hesum innliti,” staðfesta leiðararnir í norðurlendsku bókmentaútflutningsstovnunum.

Í 2024 vóru bruttoinntøkurnar fyri útflutning av føroyskum bókum 25.100 evrur, sum svarar til uml. 190.000 kr. Av hesum vóru 65 % fagrar bókmentir, og 35 % vóru barna- og ungdómsbókmentir.

24 sáttmálar um týðararættindi vegna føroyskar høvundar vóru undirskrivaðir í 2024.

Les alla frágreiðingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #