Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vágs kommuna: Vágs Kommuna, sum er partur av ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, hevur sett sær fyri, at vit fara at hugsa meira um heilsuna í februar mánað. Ítróttarfeløgini, einstaklingar og vinnurekandi á staðnum taka eisini lut og hava í hesum sambandi sett nøkur ávís heilsufremjandi tiltøk á breddan í februar. Matvøruhandlarnir seta grønt og heilsugott á dagskránna í hesum tíðarskeiðinum.

Dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna, og borgarin avger sjálvur, hvussu virkin hann er, og hvørji av tiltøkunum passa viðkomandi best.

Fólkaheilsuráðið kemur suður til tiltakið og bjóðar vágbingum at máta vekt, BMI og feittprocent. Tey sum velja at luttaka, eru við í lutakastinum um ein størri vinning.

Fyrilestrar verða eisini á skránni í februar, eitt nú kemur Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum, Tina Grønbech Tausen frá Sjódypp og Una Galan og Paula Báralíð tosa um at liva sum veganari.

Vágur hevur nógv almenn tilboð innan rørslu, t.d. er heilsufótbóltur tvær ferðir um vikuna, rørslukvøld við Hvistuni tvær ferðir um vikuna, kappróðrarfelagið hevur opið hús tríggjar ferðir um vikuna og bjóðar borgarum møguleikan at rógva í nestinum. Fyri borgarar 60+ er eisini okkurt at velja í, t.d. er møguleiki fyri at venja tvær ferðir um vikuna í Vágs Høll og svimjing í Páls Høll tvær ferðir um vikuna, har eisini fysioterapeutur er við til at gera venjingar.

Lagt er eisini upp til, at onnur av sínum eintingum eru vælkomin til at skapa ein serligan dám í Vági, har heilsan er í miðdeplinum.

Brúka hashtag #virkinvágur og #abcsálarligheilsa og deil myndir á sosialu miðlunum frá tínum gongtúri, einum sunnun matpakka ella onkrum heilt øðrum. Øll sum deila myndir og brúka hashtaggini eru við í lutakastinum um vikuligar vinningar í februar. Harafturat er man eisini við til at stuðla hvørjum øðrum og seta ein serligan heilsudám á Vág í februar mána.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo